PREP skeið:
PREP mennir samskiftið ímillum tey vaksnu.
PREP er góð frálæra og ikki terapi.
PREP gevur íblástur til parlagið.
PREP gevur børnunum ein tryggari uppvøkstur.
Frálæran er felags, men pørini venja hvør fyri seg.
Gott hugskot til samkomur, bindiklubbar, arbeiðspláss!!!
Hetta er eitt gott høvi, at gera nakað hugaligt saman!Ynskja tit eitt PREP-skeið, so ring og hoyr nærri!
PREP skeið
PREP bjargar parlagnum
Við støði í gransking eru ment skeið til pør - tey sokallaðu PREP skeiðini - sum við góðum úrslitum hjálpa pørum at blíva saman
Tað vísir ein nýggj altjóða kanning, sum hevur samlað úrslit úr fleiri londum, so sum USA, Noregi, Tysklandi, Ísrael og Australia, har skeiðini hava verið nýtt tey seinastu 25 árini.
Tá pør skeldast og skiljast, er tað ein avleiðing av heilt ávísum niðurbrótandi framferðarlagi
Tveir triðingar av pørunum, sum hava verið á skeiði, duga sambært granskararunum betri at samskifta við hvønn annan. Og 64 prosent eru vorðin glaðari fyri parlagið.
Í Danmark hevur Familiestyrelsen við 12 verkætlanunum nároynt skeið og ráðgeving til pør.
Her vísir ein eftirmetingarfrágreiðing, at níggju av tíggju pørum blivu verandi saman, eftir at tey fingu hjálp.
Nógv teirra siga, at tað er fyrstu ferð í áravís, at tey hava tosað rættiliga saman, sigur Annette Due Madsen, sum leiðir Center for Familieudvikling.
Tá ráðgeving til pør verður bygd á gransking, kunnu vit fáa ógvuliga góð úrslit, staðfestir lektari í sálarfrøði Thomas Nielsen frá Aarhus Universitet. Hann heldur, at tað er upp á tíðina, at tað kemur ein sterk og haldgóð vitan aftanfyri ráðgevingina.
Mótsatt parviðgerð eru PREP skeiðini bygd á námsfrøðiliga skrá, sum upprunaliga er sett saman, við støði í gransking í parløgum kring alla verðina, av granskararunum Markman, Stanley og Blumberg frá Denver University.
Vitanin hevur givið eitt einastandandi innlit í ringastu fellurnar og vánalig mynstur í hjúnalagnum.
Tað verður trupult hjá pørum at klára seg, sum frá byrjan duga illa at síggja eitt mál úr øðrum sjónarhorni. Hjá øðrum er tað arbeiðsloysi, strongd í barnafamiljum, sjúka ella annað trýst, sum er ein avbjóðing í parlagnum.
Um skeiðini forða fyri hjúnaskilnaðum, sum raka 40 prosent av donskum hjúnaløgum, kann tað fara at vísa seg at verða ein góð forrætning hjá samfelagnum. Brotin parløg føra við sær útreiðslur bæði fyri mista inntøku, skilnaðarmál og øktan barnapengin. Umframt koma útreiðlsurnar av, at børnini mistrívast orsakað av skilnaðinum millum foreldrini.
Meira kunning á;
______________________________________________________________
Tað, at liva saman í dagsins samfelag hevur sínar avbjóðingar fyri paralagið.
Tí skipar Gúgvan fyri regluligum Prep-skeiðum.

PREP skeiðið fevnir um hesi evni:
kærleiki, vónir og leiklutir,
grundarlag og tey fýra vanda eyðkennini.
"Time-out"reglugerðin"
Trygt og skipað samskifti
Tala-lurta-skipanin
Filtur, hendingar og evnir
Trupuleika-loysn
Virðir og lívsáskoðan
Gleði, stuttleiki og vinskapur
Nærleiki og kynslív
Fyrigeving og trúskapur.
PREP er átrúnaðarliga neutralt.
PREP er ein stytting av tí enska "Prevention and Enhancement Relationship Program". Leystliga umsett til føroykst; " Praktiskur Reiðskapur til eitt Enn betri Paralag".
PREP skeiðið er:
- bygd á gransking og hevur samskiftisførleika sum høvuðstátt.
- skipað sum venjingarskeið fyri pør og gevur øktan førleika at loysa trupulleikar.
- undirvísingarskeið og ikki terapi.
- íblástur til arbeiði við egnum paralagi.
Skeiðið eru skipað í fimm pørtum og pláss er fyri 10 pørum. Minsta mark er 5 pør. Undirvísingin umfatar framløgu, videoklip, sýning og venjing av samskiftis førleika. Undirvísingin er felags, men pørini venja hvør fyri seg við einum vegleiðara, sum rættleiðir tey.
Hagtøl siga, at 40-50% av øllum hjúnaløgum enda við hjúnarskilnaði. Men kanningar vísa, at færri pør skiljast, eftir at tey hava verið á PREP-skeiði.
Áhugaði kunnu venda tær til
Jóhannes Johannesen tlf. 271779 ella á prepjj@gmail.com
Stað: Grúgvan , á Byrgisheyggi 15, Lamba.
Tíðarskeið: Skeiðið verður fimm mikukvøld á rað, frá 16.03.2011.
Tilmelding: á prepjj@gmail.com ella tlf. 285454 og 271779.
Fyrireikari: Grúgvan við Hildu Viderø