IFT - ein sera spennandi útbúgving
Upprunin til sjálva útbúgvingina er Pauline Skeates úr Newzelandi.
Pauline hevur eina sera kveikjandi tilgond til menniskja og hvussu vit menniskju møta lívinum og tess margfaldni.
Hon dugir at skapa eitt lívgevandi umhvørvi, har øll kenna seg væl og mennast.
Hon er væl útbúgvin og dugir serstakliga væl at gera tað torføra so leikandi lætt.
Allir næmingar geva henni besta umdømi.
Ùtbúgvingin er ein ferð í egnari sjálvsmenning og gevur eina djúpari fatan av lívsins margfaldni. IFT er tað besta innan sálarfrøðina.
IFT er í støðugari menning og smaðist ikki at fylgja við í oddinum, bæði innan neuropsykologi og sálarfrøði, tá hon er best.
Sjálv útbúgvingin er skipað í 7 eindir (modul) og tekur 3 1/2 ár.
Møguleiki er fyri eginterapi og lesibólkum.
IFT er ein lívsstílur og gevur íblástur til eitt ríkt lív bæði í gaman og álvara.
Hevur hetta tí áhuga, so lat okkum hoyra frá tær !
Tlf. 216785 // 285454
diakon@kallnet.fo ella grugvan@gmail.com
Tú kanst eisini fara inn á netið og lesa;
IFT skeið var á Hotel Norð á Viðareiði 12.febr.
Karen Roth úr Salzburg var skeiðshaldari.
Luttøkan var góð og luttakarnir lótu væl at.
