Grúgvan

                                                                                                           

                                      Skeið um andaliga og kynsliga misnýtslu

 

                                                                                                                                                                                                             

Síðst í februar kemur eysturíska Karin Roth til Føroya at halda skeið um andaliga og kynsliga misnýtslu.  Avleiðingarnar av andaligari og kynsligari misnýtslu eru viðkvom evni, sum tað er neyðugt at ansa serliga væl eftir

Fyri at fyribyrgja andaliga og kynsliga misnýtslu er tað líka umráðandi at umhugsa og viðgera hesi evni opið og erliga, sum tað er at hava greið mørk.

 

Skeiðið gevur luttakararunum møguleika at arbeiða saman um evnini andalig og kynslig misnýtsla, og vísir vegin til ein konstruktivan máta at handfara hesar trupulleikar.

 

Vit ynskja at vísa á tað neyðuga í at vera varugur og tilvitaður um hvussu misnýtsla virkar. Um vit ansa eftir at hyggja at og uppdaga hesar mekanismur, so fáa vit møguleikan at arbeiða fyribyrgjandi.


Evni:

 

 -   Ymiskar síður av makt

-       Hvussu handfara makt

-       Disfunktionellar skipanir/funktionellar skipanir

-       Misnýtsla – eyðkenni

-       Stuðul til tey, sum eru rakt av kynsligari ella andaligari misnýtslu

 

 

Karin Roth er leiðari fyri einari klagu- og hoyringsnevnd í sambandi við kynsliga misnýtslu og harðskap innan katólsku kirkjuna í Salsburg í Eysturríki. Eisini er hon samskipari hjá Insight International and Insight Focused Therapy í Evropa. Hon er gift og eigur fýra børn.

 

Stað: Byrgisheyggur 15, Lamba

Dagur: 29.02.2012

Tíð: 10.00 -16.00.

Kostnaður: 900 kr. 

Íroknað ábit, kaffi v.m.

Tekna til við at flyta peningin á kontu 9865-4171130

 

Hilda Viderø

Supervisor/Fam/terapeut

Tlf. 216785

T-postur: grugvan@gmail.com

Heimasíða: grugvan.com

 

 

       Nýtt skeið í Insight Focused Therapy byrjar í februar 2012


Skeiðið er býtt í 5 modul og verður hildið 2 ferðir um árið

Hvørt modul er í tríggjar dagar


Um nóg nógv tekna seg, byrjar fyrsta modul 24 -26/2-2012 frá klokkan 10.00 til 17.00



Kostnaðurin fyri hvørt modul er kr. 3.500

Íroknað skeiðið er skeiðstilfar og ábit


Undirvísararar verða Karin Roth og Pauline Skeates


Tilmelding á grugvan@gmail.com í seinasta lagi 1. Februar 2012.


 

 







" The Mindfull Therapist"

Hin umhugsni viðgerðin

 

Mánadagin 31 oktober bjóða vit skeið undir heitinum The Mindful Therapist

Undirvísari verður Pauline Skeates, leiðari fyri Insight International

Tíð: Mánadagin 31. oktober 2011 kl. 9.30 til 16.00.

Stað: Grúgvan í Lamba

Kostnaður er 900,00 kr  Íroknað kostnaðin er ábit, kaffi og køkur.

Seinasta freist at tekna seg er 20. oktober.

Tilmelding er galdandandi, tá peningurin er goldin á kontu 9865- 4171130 

Meira fæst at vita á grugvan@gmail.com ella 216785







Insight Focused Therapy er ein nýggjur háttur innan terapeutiska ráðgeving, sum er mentur av Pauline Skeates og hennara toymi.


Pauline Skeates er búsitandi í Auckland í Ný Sælandi og hevur virkað sum terapeutur í umleið 20 ár. Hon er ein bergtakandi undirvísari.


Í nógv ár hevur hon ferðast í fleiri londum, eitt nú Avstralia, Ný Sælandi, Onglandi, Sveis, Týsklandi, Danmark, Noregi og í Føroyum.


Pauline Skeates er leiðari fyri Insight-International, sum bjóðar bæði viðgerðir og útbúgvingar, ið byggja á kristnu virðini.


Karin Roth er búsitandi í Eysturríki og er leiðari fyri Insight Focused Terapi í Evropa.


IFT útbúgvingin er ein ferð í egnari sjálvsmenning og gevur eina djúpari fatan av lívsins margfaldni. IFT er tað besta innan sálarfrøðina.


IFT er í støðugari menning og smæðist ikki at fylgja við í fremstu røð, bæði innan neuropsykologi og sálarfrøði, tá hon er best.


Skeiðið er skipað í 5 eindir (modul) og tekur góð tvey ár.










Nýtt skeið í Insight Focused Therapy verður í Grúgvan í Lamba fríggjadagin 30. september, leygardagin, 1. og  sunnudagin 2. oktober 2011, frá kl. 9.30 - 17.00 allar dagarnar. 
Undirvísari verður Karin Roth. 
Kostnaðurin fyri alt skeiðið er kr. 3500,00. 

Infokvøld um skeiðið verður í Grúgvan í Lamba hóskvøldið 18. august 2011 frá 20 - 21.30.
 

Mikukvøldið 11 Maj klokkan 19.30 er Kunningarfundur um IFT Insight Focus Therapi. í Grúgvan í  Lamba-

Pauline Skeates frá New Zealandi og Karen Roth frá Eysturríki koma at siga fra.

Øll eru hjartaliga vælkomin, sigi ørðum frá.


www.grugvan.com

www.insight-international.org


Hilda Viderø 

Familjuterapeutur og IFT terapeutur


grugvan@gmail.com

tel.216785

IFT - ein lívsstílur


IFT 3     og     IFT 7

IFT 3 og 7  verður á Viðareiði

frá 13.05  til og við 15/05 -2011

Kostnaður IFT 3  er 4900 krónur
Kostnaður IFT 7  er 5800 krónur

Tilmelding er endalig tá peningurin er fluttur á kontu:  9865-4171130

Meiri her..



PREP  skeið

PREP bjargar parlagnum

 

Við støði í gransking eru ment skeið til pør - tey sokallaðu PREP skeiðini - sum við góðum úrslitum hjálpa pørum at blíva saman                     

 

Tað vísir ein nýggj altjóða kanning, sum hevur samlað úrslit úr fleiri londum, so sum USA, Noregi, Tysklandi, Ísrael og Australia, har skeiðini hava verið nýtt tey seinastu 25 árini.

 

Tá pør skeldast og skiljast, er tað ein avleiðing av heilt ávísum niðurbrótandi framferðarlagi

 

Tveir triðingar av pørunum, sum hava verið á skeiði, duga sambært granskararunum betri at samskifta við hvønn annan. Og 64 prosent eru vorðin glaðari fyri parlagið.

 

Í Danmark hevur Familiestyrelsen við 12 verkætlanunum nároynt skeið og ráðgeving til pør.

Her vísir ein eftirmetingarfrágreiðing, at níggju av tíggju pørum blivu verandi saman, eftir at tey fingu hjálp.

 

Nógv teirra siga, at tað er fyrstu ferð í áravís, at tey hava tosað rættiliga saman, sigur Annette Due Madsen, sum leiðir Center for Familieudvikling.

 

Tá ráðgeving til pør verður bygd á gransking, kunnu vit fáa ógvuliga góð úrslit, staðfestir lektari í sálarfrøði Thomas Nielsen frá Aarhus Universitet. Hann heldur, at tað er upp á tíðina, at tað kemur ein sterk og haldgóð vitan aftanfyri ráðgevingina.

 

Mótsatt parviðgerð eru PREP skeiðini bygd á námsfrøðiliga skrá, sum upprunaliga er sett saman, við støði í gransking í parløgum kring alla verðina, av granskararunum Markman, Stanley og Blumberg frá Denver University.

 

Vitanin hevur givið eitt einastandandi innlit í ringastu fellurnar og vánalig mynstur í hjúnalagnum.

 

Tað verður trupult hjá pørum at klára seg, sum frá byrjan duga illa at síggja eitt mál úr øðrum sjónarhorni. Hjá øðrum er tað arbeiðsloysi, strongd í barnafamiljum, sjúka ella annað trýst, sum er ein avbjóðing í parlagnum.

 

Um skeiðini forða fyri hjúnaskilnaðum, sum raka 40 prosent av donskum hjúnaløgum, kann tað fara at vísa seg at verða ein góð forrætning hjá samfelagnum. Brotin parløg føra við sær útreiðslur bæði fyri mista inntøku, skilnaðarmál og øktan barnapengin. Umframt koma útreiðlsurnar av, at børnini mistrívast orsakað av skilnaðinum millum foreldrini.

 

Kelda: Politikken

Meiri her..